Klaksvik Inner Wheel Klubbi

Skip Navigation Links
 



Danskur Klubbi nr. 112
Distrikt 44
Charterdagur 24. mai 1975

________________________

Komandi fundur
verður 09. oktober
í Gamla Seglhúsinum
kl. 18.30


Nýggja blaðið kann heintast
niður her >>




Faldari um Inner Wheel
pdf-útgávan kann heintast her >>
 

Myndasavn
Vit eru við at savna saman eldri myndir frá Klaksvíkar Innerwheel, sum koma at liggja her

Seneste nyheder



Gjógv man vera millum tær bygdir, tey flestu ferðafólk plaga at vitja. Ei undur í, at so er, tí fyri vestan - og sostatt á leiðini higar - standa hægstu fjøll landsins. Ein vøkur sjón á leiðini til bygdina Gjógv. Her er eisini nógv tann størsta og sjáldsamasta gjógvin í landinum, ið er 200 metra long og sum bygdin eisini ber navnið eftir. Her ber til hjá ferðafólki at njóta ta stórbæru, føroysku náttúruna í øllum sínum veldi og vakurleika.



 



Sigast skal, at vakurt var at sita í hugnaligu hølunum á Gjáargarði, ið síðani 1984 fór at taka ímóti ferðafólkum. Tað er stutt leið til Gjáar, og tó liggur Gjáargarður so langt burtur frá gerandisdegnum. Her leita sær familjur, ið skullu hava nakrar dagar fyri seg sjálvan, fyritøkur, ið skullu fundast ella bólkar, ið skullu sjóast saman ella stann stóra veitslan í góðum umhvørvi, har allir hentleikar eru. Húsini, sum eru í 4 hæddum, hava flagtekju, og hava tey røtur í fornum, føroyskum byggisniði, samstundis sum tey eisini hava ein suðurlendskan dám yvir sær. Í ovastu hædd eru koyggjusengur, og í hinum hæddunum eru vanlig kømur. Í húsunum er pláss fyri 100 fólkum at sova.

Ja, nú var tíð at njóta leskiligan ølstoktan lambslegg á vøkru matstovuni á Gjáargarði, ið nú lættligani datt frá beininum.




Eftir ein góðan døgurða spákaðu vit í bygdini og sjálvandi skuldu vit síggja vøkru 200 m longu gjónna, ið bygdin ber navnið eftir.
Septemberkvøld og heldur myrkt var, men komnar oman til gjónna møtti okkum vakurt litspæl, ið lýsti alla gjónna upp. Ein sermerkt sjón, skal sigast:)





Vit spákaðu okkum síðani niðan til húsini á Heygnum, har Maria var verstur fyri kvøldið og greiddi okkum frá um bygdina Gjógv.


 

Maria K. greiddi okkum síðani frá um bygdina Gjógv og um hvussu tíðin var tá, tá ið maður hennara vaks upp her á Heygnum. Um hvussu bygdin Gjógv hevur verið av bestu útróðrarplássum í landinum. Her var nógvur útróður í gomlum døgum, og handlar keyptu tá útróðrarfiskin, sum teir flaktu, saltaðu, turkaðu og seldu sum klippfisk av bygdini. Her hava eisini verið menn, ið bæði hava átt skip og partar í skipi, og onkuntíð hava verið umleið 70 skipsmenn í bygdini. Undir seinna heimsbardaga róðu einir 13 bátar út frá Gjógv um summarið, og var allur hesin fiskur førdur til Fuglafjarðar og haðani á bretska feskfiskamarknaðin at selja.

Í tí hálvu øldini (1870-1920) hava ikki færri enn 33 bygdarmenn látið lív av báts- og skipsvanlukkum, og síðani tá eru eisini aðrir farnir. Teimum til heiðurs hevur bygdarfólkið reist ein prýðiligan minnisvarða, sum stendur Eystur í Kinnini. Tað er listamaðurin Frithjof Joensen, ið gjørdi henda minnisvarða, ið var avdúkaður 1. august 1971.

Sum ferðamál er nógv at vitja og her nevndi Maria sjálvsagt kirkjuna og Minnisvarðan, gamla handilin, Gjógvin, Niðari Nasi og Niðan á Egg. Gongutúr Niðan á Barm, Norð á Múla at síggja sólsetur, á Ambadal at síggja Búgvan, Eystur á Skarð, Á Tyril, á Gráfelli og ikki at gloyma at sessast á vælkenda Mary’s bænk:)

Maria hevði nógv at greiða frá, og ynskja vit at takka henni fyri góða frágreiðing og fyri at leggja hús til septemberfund okkara.







 


 

 
 
 


Se oversigt over kommende klubmøder i:


Inner Wheel Danmark

er en del af en verdensomspændende organisation: International Inner Wheel, med klubber i 104 lande, opdelt i ca 168 distrikter og med over 108.000 medlemmer i ca 3.900 klubber.
I Danmark er medlemstallet ca 2.200 medlemmer i 91 klubber.
Inner Wheel har konsultativ status (NGO) ved FN.
Inner Wheel er et kvindenetværk med plads til personlig udvikling, venskabelige relationer og engagement i hjælpearbejde.





Inner Wheel hjulet symboliserer rotationsprincippet, der på skift giver medlemmerne mulighed for at tage medansvar for klubbens aktiviteter.
Inner Wheels formål er:
- at fremme og styrke venskaber
- at yde hjælp og støtte
- at fremme og styrke forståelse mellem mennesker, både lokalt og internationalt

Læs mere om IW-DK her. 

Privatlivspolitik for IW DK

  Facebook
  LinkedIn
  Rotary
  Rotaract
  YouTube
Opdateret: 01.11.2021
Sitemap

Admin

Powered by Marcisoft WendtCMS